Trantkongafiskur


Trantkongafiskur (frøðiheiti - Sebastes mentella) kann gerast 55 cm langur, men er vanliga styttri enn 45 cm. Hann livir í rættiliga stórari nøgd í Norðuratlantshavi, t.d. í Irmingarhavi, har ið nógv verður veitt av honum. Hann heldur til á 300-1000 metra dýpi og er ofta uppi í sjónum. Trantkongafiskur livir av rættiliga ymsari føði, t.d. smáum fiski. Nógvur fiskur gýtir ótroðin egg, men hjá trantkongafiski verða eggini gitin inni í fiskinum, og tískil leggur hann livandi larvur.

Trantkongafiskur

Vísindaflokking
Ríki:Animalia
Rað:Chordata
Flokkur:Actinopterygii
Hópur:{{{hópur}}}
Ætt:Sebastes
Familja:Rhinochimaeridae
Slag:S. mentella

Kelda

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið