Tórbjørn Jacobsen

Tórbjørn Jacobsen
Føddur7. oktober 1955
Ærøskøbing, Danmark
YrkiSjómaður, fiskimaður, skipari, havnameistari, borgarstjóri
ÚtbúgvingSkipsførari
FlokkurTjóðveldi
Álitisstørv
1998–2000Løgtingsmaður
2000–2001Landsstýrismaður
2001–2004Fólkatingsmaður
2002–2011Løgtingsmaður
2008Landsstýrismaður

Tórbjørn Jacobsen (føddur 7. oktober 1955 í Ærøskøbing í Danmark) er ein føroyskur politikari, skipari, havnameistari og borgarstjóri í Runavíkar Kommunu. Foreldrini eru Jóan Jacob Frantz Jacobsen, skipsførari og Arnbjørg Jacobsen, f. Gregersen, húsmóðir. Hann var fiski- & sjómaður frá 1975 til 1978. Fór síðani uppá skúla, og tók prógv sum skipsførari á Føroya Sjómansskúla í 1981. Tey næstu 20 árini - frá 1980 til 2000 - var hann skipari í føroyska handilsflotanum.

Tórbjørn Jacobsen hevur verið limur í Tjóðveldisflokkinum síðani 1974, og hevur verið nevndarlimur í Eysturoyar Tjóðveldisfelag í fleiri ár. Frá 1998 til 2000 var hann løgtingsmaður fyri Tjóðveldisflokkin í Eysturoyar valdømi. Í tí sambandi var hann limur í løgtingsins rættarnevnd og grundlógarnevndini. Frá 2000 til 2001 var hann landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum, valdur av Tjóðveldisflokkinum. Seinni landsstýrismaður í fiskivinnu- og tilfeingismálum í 2008. Hann fór úr politikki í 2011 og fór at starvast sum havnameistari í Runavíkar kommunu, har hann seinni, í 2016 eisini bleiv borgarstjóri. Hann hevur eisini lisið guðfrøði.

1. januar 2016 gjørdist hann borgarstjóri í Runavíkar kommunu, orsakað av at Magnus Rasmussen varð valdur í Løgtingið 1. september 2015 og fór í farloyvi úr borgarstjórastavinum 1. januar 2016. Tá ið Tórbjørn gjørdist borgarstjóri, fór hann samstundis í farloyvi frá starvinum sum havnameistari.[1]

Keldur


Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið