Sild
Sild (latín Clupea harengus) er vanlig víða um í norðara parti av Atlantshavinum. Undir Føroyum eru 3 sildagreinar. Ein grein gýtir um várið, og av henni er nógv til her. Hin greinin gýtir á heysti og sumri. Av henni er ikki nógv til her. Triðja greinin verður nevnd havsildin. Vísindaliga verður hon skipað undir teir 3 sildastovarnar, vit nevna atlantoskandisku stovnarnir. Havsildin gýtir yviri undir Noregi á vári, hon kemur í føroyskt sjóøki bæði at gýta og leita sær eftir føðslu. Sild er úr vatnskorpuni niður á meira enn 200 m. Norðhavssildin stendur stundum heilt niður á 450 m. Er vanliga djúpari um dagin enn um náttina. Sild er uppsjóvarfiskur og virðismikil fiskur.
![](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/0/04/Clupea_harengus.png/200px-Clupea_harengus.png)
Sild er langur og smidligur fiskur, hon er væl hægri enn breið. Hon hevur eina lítla ryggfjøður mitt á bakinum, eina lítla gotfjøður, ið situr aftur móti klingruni, smáar búkfjaðrar, ið sita beint aftan fyri fremra enda á ryggfjøðurini. Hon hevur undirbit.
Sild er í Atlantshavinum úr Biskeiavíkini til Grønlands, norður móti Jan Mayen, Svalbarði og eystur móti Novaja Semlja, í Hvítahavinum og Karahavinum. Eisini er hon í Eystarasalti og Norðsjónum. Vestanfyri úr Grønlandi til Suðurcarolina. Hon er eisini undir Íslandi, Føroyum og Noregi.