Rómverjabrævið

Rómverjabrævið er helst skrivað á teirri tríggja mánaða longu ferðini í Korint, sum Paulus nevnir í 2. Kor. 13,1. Triðja prædikuferðin var tá næstan komin at enda. Tað man helst hava verið í árinum 57 e.Kr. Rómverjabrævið kann verða skift sundur í tríggjar høvuðspartar: ein frálærandi (1.-8. kap.), ein frelsusøguligan part (9.-11. kap.) og ein áminnandi part (12.-16. kap.). Eisini kunnu verða tikin fram orðini í Róm. 1,16, gleðiboðskapurin er Guds kraft til frelsu sum støði undir at skifta Rómverjabrævið í fimm partar - umgyrdir av tí týdningarmikla innganginum í 1,1-17 og tí viðkomandi og endaliga partinum í 15,14-16,27. Tað hevur uppiborið at standa sum hitt fyrsta av Paulusar brøvum. Men í øllum tí dýrmæta innihaldinum er eitt dygt høvuðssjónarmið: frelsan er av náði, og rættvísgeringin er av trúgv. Um hetta sigur Martin Luther: "Tá ið innihaldið av hesum orði gjørdist mær greitt, kendi eg meg fullkomiliga føddan av nýggjum, tað var, sum gekk eg ígjøgnum opnar grindir og var komin í sjálvt paradísið". Her slær av sonnum kristindómsins hjarta, her hevur Paulus gjørt greitt, hvat sannur kristindómur er - tí er Rómverjabrævið eisini lykilin at allari skriftini.

Rómverjabrævið.
Bøkurnar í Bíbliuni
Gamla TestamentiNýggja Testamenti

Tær søguligu:Fyrsta Mósebók |Onnur Mósebók |Triðja Mósebók |Fjórða Mósebók |Fimta Mósebók |Jósvabók |Dómarabókin |Rutarbók |Fyrra Sámuelsbók |Seinna Sámuelsbók |Fyrra Kongabók |Seinna Kongabók |Fyrra Krønikubók |Seinna Krønikubók | Ezrabók |Nehemiabók |Esterarbók
Tær profetisku:Jesajabók |Jeremiabók |Harmljóðini |Ezekiel |Dánjal |Hósea |Jóel |Ámos |Óbadia |Jónas |Mika |Náhum |Hábakkuk |Sefanja |Haggai |Zakarja |Málaki
Tær skaldsligu:Jobsbók |Sálmarnir |Orðtøk Sálomons |Prædikarin |Hásongurin

Tær søguligu: Evangeliið eftir Matteus |Evangeliið eftir Markus |Evangeliið eftir Lukas |Evangeliið eftir Jóhannes |Ápostlasøgan
Brøvini: Rómverjabrævið |1. Korintbræv |2. Korintbræv |Galatabrævið |Efesusbrævið |Filippibrævið |Kolossabrævið |1. Tessalónikabræv |2. Tessalónikabræv |1. Timoteusarbræv |2. Timoteusarbræv |Titusbrævið |Filemonsbrævið |Hebreararbrævið |Jákupsbrævið |1. Pætursbræv |2. Pætursbræv |1. Jóhannesarbræv |2. Jóhannesarbræv |3. Jóhannesarbræv |Judasarbrævið
Profetiska: Opinbering Jóhannesar

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið