Ríkisumboðið
- Grein
- Kjak
Ríkisumboðið ella Ríkisumboðsmaðurin er sambært heimastýrislógini ovasta umboð hjá danska ríkinum í Føroyum. Ríkisumboðsmaðurin í Føroyum er ríkisins evsta umboð í Føroyum og bindiliðið millum heimastýrið og ríkismyndugleikarnar. Ríkisumboðsmaðurin hevur sæti í Løgtinginum og kann luttaka í samráðingum um øll felagsmál – tó uttan atkvøðurætt. Boð skal gevast Ríkisumboðsmanninum um avgerðir, ið tiknar verða í Løgtinginum ella Landsstýrinum og um viðtiknar løgtingslógir og aðrar avgerðir, sum tað føroyska heimastýrið tekur. Ríkisumboðið hevur sæti á Løgtingi og kann luttaka í løgtingskjakinum um felagsmál - tó uttan at hava atkvøðurætt.
Ríkisumboðið viðger nógv lógarmál, herímillum ígildissetur danskar lógir í Føroyum. Eisini viðger Ríkisumboðið sum evsta vald nógv familjumál, sum t. d. skilnað, sundurlesing, ættleiðing, mál um konu- og barnapening, ásetan av persónligari samveru við børn, loyvi um fría rættargongd, góðkenning av hjúnasáttmálum, góðkenning av rættargerðum hjá ómyndigum og fólki undir lógaldur og eisini viðgerð av heimarætti. Ríkisumboðið røktar m.a. uppgávur innan hesi øki:
Eisini er ríkisumboðið føddur limur í nevndini fyri Dansk-Færøsk Kulturfond[1]
Kelda:[2]
Frá | Ríkisumboð | Føðingarár – deyðaár |
---|---|---|
1948 | Cai A. Vagn-Hansen | 1911 – 1990 |
1954 | Niels Elkær-Hansen | 1915 – 2007 |
1961 | Mogens Wahl | 1918 – 1986 |
1972 | Leif Groth | 1930 – 2009 |
1981 | Niels Bentsen | 1936 – 2017 |
1988 | Bent Klinte | 1939 |
1995 | Vibeke Larsen | 1944 |
2001 | Birgit Kleis | 1956 |
2005 | Søren Christensen | 1940 |
2008 | Dan M. Knudsen | 1962 |
2017 | Lene M. Johansen | 1968 |
Ríkisumboð í Føroyum | |
---|---|
V.A. Vagn-Hansen | N. Elkær-Hansen | M. Wahl | L. Groth | N. Bentsen | B. Klinte | V. Larsen | B. Kleis | S. Christensen | Dan M. Knudsen | Lene Moyell Johansen |