Monnow
- Grein
- Kjak
Tools
General
Skriva út/útflyt
Aðrar verkætlanir
Monnow (walisikt: Afon Mynwy) er ein á sum rennur gjøgnum útsynningspartin av Herefordshire, Ongland og eystara part av býnum Monmouth í Wales.
Meginparturin av ánni Monnow er samstundis markið millum Ongland og Wales, áðrenn áin rennur saman við ánni Wye í býnum Monmouth. Áin Wye er eisini hálv ensk frá Monmouth til hon rennur saman við ánni Severn í Chepstow. Í býnum Monmouth bindir tann vakra miðaldar Monnow Brúgvin báðir áarbakkarnar saman. Ein kendur gongutúruru, sum á enskum verður nevndur Monnow Valley Walk fer fram við ánni, og ein 65 km langur túrur.
Fyrr var Monnow kend fyri at hava nógv áarsíl frá Pontrilas til Skenfrith[1] og tað førdi til met høga veiðu av áarsíli í ánni. Í 20. øld minkað stovnurin tó rættiliga nógv, og serstakliga eftir 1960-árini, men seinastu árini er stovnurin aftur vaksin nógv og er nú ein av størstu stovnunum við villum áarsílum í Onglandi og Wales.