Matador (sjónvarpsrøð)

Matador er ein donsk sjónvarpsrøð í 24 pørtum, framleidd 1978-1981. Røðin er instruerað av Erik Balling eftir hugskoti hjá Lise Nørgaard, sum saman við Paul Hammerich, Karen Smith og Jens Louis Petersen skrivaði handritið, meðan teknarin Arne Ungermann stóð fyri teimum løttu vignettunum, sum innleiða og enda hvønn av teimum 24 pørtunum. Tónleikatemaið í sjónvarpsrøðini er komponerað av Bent Fabricius-Bjerre.

Røðin fylgir lívinum í einum donskum landsbýi í tíðarskeiðnum 1929-1947. Høvuðsperónurin, Mads Andersen-Skjern, kemur í 1929 sum handilsreisandi til statiónsbýin Korsbæk. Hann leggur skjótt til merkis, at vinnulívið í býnum er støðgað upp, so hann fer í holt við at lata upp ein klædnahandil, sum vinnur kappingina við hin higartil einasta handilin av hasum slagnum í býnum, Damernes Magasin.

Sjónvarpsrøðin teknar eina fína mynd av tíðini undir kreppuni í 1930-árunum og av Danmark undir týsku hersetingini. Hyggjarin fylgir lívinum hjá familjunum, og røðin gevur samstundis eina vælrakta tíðarmynd. Íblásturin frá eitt nú tí ensku sjónvarpsrøðini Upstairs, downstairs (danska heitið var: Herskab og tjenestefolk) er týðulugur, men sjónvarpsrøðin Matador er álíkavæl sera donsk í sínum úttrykki og gjørdist serliga væleydnað orsakað av frálíkum framførslum av fleiri av bestu sjónleikarunum í Danmark. Fleiri av teimum leikandi mugu í dag, fleiri ár seinni, enn finna seg í at verða sett í samband við tann leiklut, ið tey spældu í Matador.

Røðin er blivin ein danskur klassikari og ein av best eydnaðu sjónvarpsrøðunum hjá Danmarks Radio nakrantíð. Sjónvarpsrøðin var frumsýnd í Danmark hin 11. november 1978, og tann seinasti parturin var vístur í 1981, men síðan ta seinastu sýningina, so hevur røðin verið at sæð hesi árini (1. partur er sendur hesi árini): í 1984, 1989, 1997, 1998, 2006 og 2012. Tá røðin varð endursend í 1986, varð ein einkultur partur sæddur af 3,6 milliónum hyggjarum, sum tá var tað hægsta hyggjaratal, sum nakrantíð er mált í Danmark. Sjálvt tá tann sætta endursendingin varð víst í 2006-2007, tá DR ikki longur var tann einasta danska sjónvarpskanalin, var tað álíkavæl yvir ein millión, ið hugdi eftir hvørjum parti. Røðin er seld til fleiri onnur lond, og harumframt kom øll røðin út á 12 DVD-fløgum í2001, og fyrst í 2011 vóru yvir 3 milliónir eintøk seld, og tað ger Matador til mest selda DVD í Danmark nakrantíð.

Eisini í Føroyum hevur Matador verið víst fleiri ferðir, og eisini her hevur sjóvarpsrøðin verið vælumtókt.

Tey leikandi

  • Ole Andreasen, fortelur tað sum hendi í seinasta parti
  • Jørgen Buckhøj, Mads Skjern
  • Ghita Nørby, Ingeborg Larsen, gift Skjern
  • Holger Juul Hansen, Hans Christian Varnæs
  • Malene Schwartz, Maude Varnæs
  • Jesper Langberg, Kresten Skjern
  • Helle Virkner, Elisabeth Friis, gift Skjern
  • Buster Larsen, grísahandlarin Oluf Larsen
  • Lily Broberg, Kathrine Larsen
  • Bent Mejding, Jørgen Varnæs
  • Kurt Ravn, Lauritz "Røde" (Reyði) Jensen
  • Ove Sprogøe, doktor Louis Hansen (lækni)
  • Kirsten Olesen, Agnes Jensen, fødd Rud - fyrrverandi tænastugenta hjá Varnæs familjuni
  • Elin Reimer, Laura Larsine Sørensen, kokkagenta hjá Varnæs familjuni
  • Karin Nellemose, Misse Møhge, gift Andersen
  • Karen Berg, fru Fernando Møhge
  • Axel Strøbye, Viggo Skjold Hansen
  • Birthe Backhausen, Musse Skjold Hansen
  • Ulla Henningsen, Iben Skjold Hansen, gift Skjern
  • Karl Stegger, konsul Emanuel Holm
  • Else-Marie Juul Hansen, konsulinda Oda Holm
  • Arthur Jensen, hr. Rudolf Schwann
  • Bjørn Watt Boolsen, oberst Hachel
  • Sonja Oppenhagen, Victoria 'Vicki' Hachel, gift Arnesen
  • Per Pallesen, tænarin Severin Boldt
  • Lis Løwert, Violet Vinter
  • Vera Gebuhr, Inger Jørgensen
  • Esper Hagen, Arnold Vinter
  • John Hahn-Petersen, hr. Stein
  • Susse Wold, Birgitte 'Gitte' Graa
  • Benny Hansen, málarin Frede "Fede" Hansen
  • Hardy Rafn, býráðsskrivarin Godtfred Lund
  • Tove Maës, Lilly Lund
  • Paul Hüttel, Herbert Schmidt
  • Bendt Rothe, barónurin Carl von Rydtger
  • Preben Mahrt, Albert Arnesen
  • Niels Martin Carlsen, Daniel Skjern (vaksin)
  • Jim Erichsen, Daniel Skjern (ungur)
  • Jacob Dalgaard, Daniel Skjern (stórt barn)
  • Kristian Rem, Daniel Skjern (barn)
  • Benedikte Dahl, Ellen Skjern, gift Lamborg (vaksin)
  • Christine Hermansen, Ellen Skjern, (ung)
  • Nynne Ubbe, Ellen Skjern, (stórt barn)
  • Helle Nielsen, Ellen Skjern, (barn)
  • Jens Arentzen, Ulrik Varnæs (vaksin)
  • Henrik Mortensen, Ulrik Varnæs (strt barn)
  • Søren Bruun, Ulrik Varnæs (barn)
  • Camilla Hammerich, Regitze Varnæs (vaksin)
  • Elisabeth Danneskjold-Samsø, Regitze Varnæs (stórt barn)
  • Nicla Ursin, Regitze Varnæs (barn)
  • Morten Grunwald, listamálari Ernst Nyborg
  • Helge Kjærulff Schmidt, yvirlærari Frederik Andersen
  • Poul Reichhardt, múrarmeistari Jacob Jessen
  • Bodil Udsen, frú múrarmeistari Sofie Jessen, fødd Antonsen
  • Karen-Lise Mynster, Ulla Jacobsen
  • Ellen Winther Lembourn, Minna Varnæs
  • Anne Jensen, Gudrun, tænastugenta hjá Skjern
  • Birgitte Bruun, Ester, stuepige ved Varnæs og veninde til Agnes
  • Lene Brøndum, Agnete Hansen, daman hjá Arnold Vinters
  • Kirsten Rolffes, Anna Andersen Skjern
  • Nis Bank-Mikkelsen, Oscar Andersen, bróður/systirsonur hjá lærara Andersen
  • Finn Storgaard, Gustav Friis
  • Kirsten Hansen-Møller, Marie Hansen, gift við "Fede"
  • Hanne Løye, frk. Ilona Mikkelsen, skúlaforstandarinda? (skoleforstanderinde)
  • Birgitte Federspiel, baronessa Arendse von Rydtger
  • Lane Lind, Jenny, vinkona hjá Iben Skjerns
  • Christiane Rohde, frk. Hollenberg
  • John Martinus, Holger Jørgensen, fyrrverandi maður hjá Ingeborg Skjern
  • John Schelde, Mogens Lamborg
  • Ann Margrethe Schou, kassadama frk. Mortensen í Korsbæk Bank
  • Holger Vistisen, bókhaldari Christiansen i Omegnsbanken
  • Christian Steffensen, bankamaður (fuldmægtig) Poul Kristensen í Omegnsbanken
  • Thomas Eje, bankamaður (fuldmægtig) Arne Schmidt i Omegnsbanken
  • Holger Perfort, yvirtænari Olsen á Postgaarden
  • Esben Pedersen, Sofus "Betjent" Jensen
  • Lillian Tillegren, Ada, forlova við Bolt, sameigari av Jarnbreytamatstovuni (Jernbanerestauranten)
  • Preben Harris, borgmeistari Sejersen
  • Casper Bengtson, Axel Jensen, sonur Agnes og Lauritz
  • Jens Christian Milbrat, Erik Skjern
  • Ditte Maria Norup, Helle Varnæs
  • Arne Hansen, teaturstjóri Hannibal Kagl
  • Poul Thomsen, fongslulspassari (arrestforvarer)
  • Nicholas Farrell, Wing Commander Jim Donaldson
  • Finn Nielsen, N. P. Nielsen, súkkluhandlari
  • Ole Thestrup, Egil, frælsiskempari av slagnum "de sidste dages hellige"


Yvirlit yvir teir einstaku partarnar í Matador

Tíðarskeið 1Heitið á partinumTíðarskeiði har parturin fer framHandritUpprunaliga sent í Danmark ár
1.Den rejsende1929Lise Nørgaard1978
2.Genboen1929Jens Louis Petersen1978
3.Skiftedag1930Karen Smith1978
4.Skyggetanten1931Lise Nørgaard1978
5.Den enes død1932Paul Hammerich1978
6.Opmarch1932Lise Nørgaard1978
Tíðarskeið 2Heitið á partinumTíðarskeiði har parturin fer framHandritUpprunaliga sent í Danmark ár
7.Fødselsdagen1933Lise Nørgaard1979
8.Komme fremmede1934Karen Smith og Lise Nørgaard1979
9.Hen til kommoden1935Paul Hammerich1979
10.I disse tider1935Lise Nørgaard1979
11.I klemme1936Jens Louis Petersen1979
12.I lyst og nød1936-1937Lise Nørgaard1979
Tíðarskeið 3Heitið á partinumTíðarskeiði har parturin fer framManuskriptUpprunaliga sent í Danmark ár
13.Et nyt liv1937-1938Lise Nørgaard1980
14.Brikkerne1938-1939Lise Nørgaard1980
15.At tænke og tro1939Karen Smith1980
16.Lauras store dag1940Lise Nørgaard1980
17.De voksnes rækker1941-1942Paul Hammerich1980
18.Hr. Stein1943Lise Nørgaard1980
Tíðarskeið 4Heitið á partinumTíðarskeiði har parturin fer framHandritUpprunaliga sent í Danmark ár
19.Handel og vandel1944Lise Nørgaard1981
20.Den 11. time1945Lise Nørgaard1981
21.Vi vil fred her til lands1945Lise Nørgaard1981
22.Det går jo godt1945-1946Lise Nørgaard1981
23.Mellem brødre1946Lise Nørgaard1981
24.New Look1947Lise Nørgaard1981

Slóðir úteftir

Keldur

  • Per Kuskner, Matador - mennesker, myter og minder, People's Press, 2011. ISBN 978-87-7108-450-4.
  • Søren Pind. Lise Nørgaard. Et portræt. 2005.
  • Lise Nørgaard, Et liv med Matador, DR, 2003 (2. udgave 2007). ISBN 978-87-7680-308-7.