Lena Anderssen

Lena Anderssen (fødd 26. september 1974 i Tórshavn) er ein føroysk-kanadisk songkvinna.

Lena Anderssen
Lena Anderssen í 2006
Bakgrundskunning
FøðinavnLena Anderssen
UppruniTórshavn, Føroyar
SjangrurPopp
StørvSangari og sangskrivari
LjóðføriSangur, Guitar
Ár virkin1996—nú
PlátufeløgIndependent, ArtPeople
HeimasíðaOfficial Website

Lena hevur valt at útliva dreymin um eitt lív sum yrkistónleikari. Saman við manninum Niclas Johannesen hevur hon síðani seinnu helvt av nítiárunum roynt seg bæði uttanlands og í Føroyum. Í 2005 hava tey satsað miðvíst upp á danska marknaðin. Har hava tey spælt nógvar konsertir, givið út fløgu Can't Erase It, luttikið í nógvum útvarpsendingum, fingið fleiri frálík ummæli og hava verið á konsertferð saman við amerikonsku songkvinnuni Beth Hart.

Lagið Step On The Gas, av nýggju endurljóðblandaðu útgávuni av fløguni Can’t Erase It, hevur verið nógv at hoyrt í útvarpinum í Danmark. Í løtuni (juni 2006) byrjar Can’t Erase It at verða spælt í donskum útvarpi.

Lena er nógv ment sum songkvinna, tekstskrivari og tónasmiður. Hennara inniliga rødd nemur við hjartað hjá mongum, tá hon syngur sínar søgur.

Útgávur

  • Long Distance (1998)
  • Can't Erase It (2005)
  • Let Your Scars Dance (2008)
  • Letters From The Faroes (2011)[1]

Heiður

  • 2017 - Vann FMA virðisløn í popp/rokk bólkinum - Ársins songkvinna.[2]
  • 2017 - Vann FMA virðisløn í popp/rokk bólkinum - Ársins útgáva.
  • Planet Awards 2011 - Ársins songkvinna[3]
  • Planet Awards 2011 - Ársins einstaklingur
  • Planet Awards 2011 - Ársins útgáva
  • Planet Awards 2008 - Ársins songkvinna
  • Planet Awards 2007 - Besta útgáva: Let Your Scars Dance

Keldur

Slóðir


Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið