Laksastyrja

Laksastyrja (frøðiheiti - Lampris guttatus) er ein stórur uppsjóvarfiskur, sum kann gerast 180 cm langur. Hon er víða um í Útnyrðingsatlantshavi og í Miðjarðarhavinum. Hon er at finna á dýpum niður á uml. 400 m og er tí ikki ein djúphavsfiskur. Føðin er fiskur, ið livir á miðjum dýpi, og ryggleys dýr, í høvuðsheitum høgguslokkur. Laksastyrja verður veidd vinnuliga.

Laksastyrja

Vísindaflokking
Ríki:Animalia
Rað:Chordata
Flokkur:Actinopterygii
Hópur:{{{hópur}}}
Ætt:Lampris
Familja:Lampridae
Slag:L. guttatus

Kelda

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið