Løgtingsvalið 1970

Løgtingsvalið 1970 til Føroya Løgting varð hildið leygardagin 7. november 1970, næstan 4 ár eftir seinasta valið, ið varð hildið hin 8. november 1966.

Úrslit

Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin gingu aftur og Fólkaflokkurin misti ein tingsess. Javnaðarflokkurin var framhaldandi størsti flokkur, meðan Tjóðveldisflokkurin gjørdist næststørsti flokkur. Og harumframt fekk flokkurin ein tingsess afturat.

Talið av løgtingslimum var framhaldandi 26 (óbroytt síðan 1966).

FlokkurAtkvøðurProsentTinglimir
1970+/−1970+/−1970+/−
C - Javnaðarflokkurin4 916+16527,2+0,270
E - Tjóðveldisflokkurin3 963+43421,9+1,96+1
B - Sambandsflokkurin3 921-25621,7-2,060
A - Fólkaflokkurin3 617-19420,0-1,65-1
D - Sjálvstýrisflokkurin1 010+1435,6+0,710
F - Framburðsflokkurin637+1483,5+0,710
Totalt18 064100,026

Ávísingar úteftir

Keldur