Kuneo (landslutur)

Landsluturin Kuneo (italskt: Cuneo, piemontesiskt: Coni) er ein landslutur í útsynningshorninum av norðuritalsku regiónini Piemonte.

Kuneo á korti yvir Italia.
Kort yvir Kuneo landslutin

Mót vestri hevur Kuneo mark til fronsku regiónina Provence-Alpes-Côte d'Azur, móti norði er mark til italska landslutin Turino, móti eystri er mark til landslutin Asti og móti suðri er mark til teir liguriansku landslutirnar Savona og Imperia. Kuneo er eisini kendur sum Provincia Granda, sum merkir tann stóri landsluturin, tí hann er triðstørsti landslutur í Italia, næst eftir Suður-Tyrol og Foggia. Kuneo er høvuðsbýur í landslutinum.

Kommunur

Landsluturin Kuneo hevur 250 kommunur, tær størstu av teimum eftir fólkatalið eru hesar:

KommunaFólkatal
Cuneo55,697
Alba30,925
Bra29,298
Fossano24,734
Mondovì22,277
Savigliano21,140
Saluzzo16,800
Borgo San Dalmazzo12,294
Racconigi10,100
Buska9,687
Boves9,801
Cherasco8,802
Barge7,878
Dronero7,202
Castino501
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið