Kefalonia

Kefalonia
Landafrøði
Vídd781 km²

Umsiting
Land Grikkaland
Íbúgvalæra
Fólkatal35.801 (2011)
Íbúgvatættleiki46 /km²

Kefalonia (grikskt: Κεφαλονιά, Κεφαλλονιά) fyrr eisini nevnd Kefallinia er tann størsta av teimum Jónisku oyggjunum í Vestur grikkalandi. Oyggin er eisini ein regional eind í Región Jónisku Oyggjar. Høvuðsbýurin á Kefalonia er Argostoli.[1]

Jarðfrøði

Melissani holan.
Tann kenda Myrtos strondin.

Oyggin er 781 km2, umleið ein triðingur av fólkunum búgva í Argostoli. Lixouri er tann næststørsti býurin, og tilsaman búgva 2/3 av íbúgvunum á Kefalonia í teimum báðum býunum. Kefalonia liggur mitt í miðdeplinum fyri eitt jarðskjálvta øki, og smáir jarðskjáltar sum ikki merkjast henda á hvørjum ári. Í 1953 hendi ein stórur jarðskjálvti, sum legði nærum alla oynna í oyði, bert bygdin Fiskardo har norðuri á oynni var so gott sum órørdur. Fleiri serstøk náttúrufyribrigdi eru á oynni, teirra millum er Mellisani holan, við einum vatni, sum er bæði uttanfyri holuna og inni í holuni og Koutavos vatnið í Argostoli.

Náttúra

Fjøll og trø

Hægsta fjallið á oynni er Ainos fjallið, sum er 1628 m høgt; í ein útnyrðing eru Paliki fjøllini, har Lixouri er saman við øðrum fjøllum sum Geraneia (Gerania) og Agia Dynati. Toppurin á Ainos fjallinum er yvirvaksin við Abies cephalonica (grikskum granntrøum) og er ein náttúrupark. Oyggin hevur verið illa plágað av skógareldum í 1990-árunum og í 2000-árunum.

Djóralív

Kefalonia er væl kend fyri tær stóru havskjaldbøkurnar (Caretta caretta), ið leggja síni egg á Kaminia strondini. Skjaldbøkurnar verða vardar av einum Havskjaldbøku Verju-felagsskapi.[2]

Millum eysturstondina og oynna Ithaka, heldur ein hóttur kópur til, munkakópurin (Monachus monachus).

Yvir 200 ymisk fuglasløg eru sædd á Kefalonia.[3]

Fólkatalið

ÁrFólkatal
187968.321[4]
189670.077[5]
192055.030[6]
194058.437[7]
196139.793[8]
198141.319[9]
200136.404[10]
201135.801

Mentan

Kirkjur og klostur

Á oynni eru fleiri klostur og kirkjur, tvey klostur eru á tí breiða partinum av oynni: Aghia Panagia í Markopoulo í ein landsynning og Sankta Gerasimus av Kefalonia, sum liggur ávegis millum Argostoli and Michata í einum dali, umgyrt av fjøllum. "Sissia" klostrið sigst vera stovnað av Frans av Assisi, tað varð oyðilagt av jarðskjálvtalnum í 1953, men leivdirnar av tí síggjst enn.

Keldur

Slóðir úteftir

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið