Kaldbaksbotnur

Kaldbaksbotnur er ein bygd í Streymoynni, partur av Tórshavnar kommuna. Í Kaldbaksbotni búgva 7 fólk. Innast í botninum á Kaldbaksfirði er niðursetubygdin Kaldbaksbotnur, sum við sínum báðum bóndagørðum lá rættiliga avbyrgd, til vegurin í 1980 kom úr Havn inn í Kaldbaksbotn og út til Kaldbaks trý ár eftir, at Kaldbaksbotnur saman við Kaldbak og Sundi kom upp í høvuðsstaðarkommununa. Í 1992 kom berghol millum Kaldbaksbotn og Signabø, og er hetta nú høvuðsferðsluæðrin norðaneftir til Havnar.

Kaldbaksbotnur
Bygd
Kaldbaksbotnur
Kaldbaksbotnur
Land Føroyar
SýslaStreymoya sýsla
OyggjStreymoy
KommunaTórshavnar kommuna
Íbúgvar10 (2015)[1]
PostnummurFO-185
Markatal-

Oman fyri Kaldbaksbotn er Mjørkadalur, har NATO bygdi herstøð í 1960. Nakað oman fyri bygdina er eisini Mannafelsdalur. Søgnin sigur, at har brustu sunnan- og norðanfjørðsmenn saman í miklum bardaga av misnøgd um skattin, katólska kirkjan legði á fólk at fíggja Múrin í Kirkjubø. Tað sigst, at grasið í Mannafelsdali litaðist reytt av tí blóði, har fleyt í bardaganum, og tað sigst vera reytt enn av blóðinum.

Á sandinum inni í Kaldbaksbotni er vanligt at síggja nógv fólk við tráðu um sumrarnar, tí har eru sjósíl og laksur at fáa.

Kaldbaksvegurin

5. apríl 1977 var vegurin úr Kaldbak til Kaldbaksbotn liðugur. Vegurin til Havnar var fyrst liðugur í 1980.

Keldur

  • Kaldbaksbotnur á Tórshavn.fo.
  • Vegurin komin inn í Kaldbaksbotn. Í: Myndablaðið NÚ, nr. 5, 1977.

Slóðir úteftir

6°54′43.56″W / 62.0654000°N 6.9121000°W / 62.0654000; -6.9121000

Greinir

  • Vegurin komin inn í Kaldbaksbotn. Í: Myndablaðið NÚ, nr. 5, 1977.