Kúhegri
Kúhegri (frøðiheiti - Bubulcus ibis) er fuglur, ið vanliga heldur til í Suðurevropa.
Kúhegri | ||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
![]() | ||||||||||||||
Støða | ||||||||||||||
Vísindaflokking | ||||||||||||||
|
![](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/2/25/H%C3%A9ron_garde-b%C5%93ufs_MHNT.jpg/220px-H%C3%A9ron_garde-b%C5%93ufs_MHNT.jpg)
Kúhegri og silkihegri líkjast nógv. Einasti munurin á fuglunum, er, at silkihegrin hevur svart nev, í mun til tað gula hjá kúhegranum. Kúhegri hevur fingið navn sítt, tí hann er ofta at finna saman við kríatúrum og serliga kúm.[1]
Sambært Jens-Kjeld Jensen er fuglaslagið upprunaliga úr Suðurevropa, men fyri nøkrum árum síðani byrjaðu fuglarnir eisini at nørast í ávísum støðum í Norðuramerika.[1]
Í 1941 vilstist ein flokkur av kúhegrum úr Afrika til Suðuramerika – helst orsaka av ódnarveðri. Nú eigur kúhegri bæði í Norður- og Suðuramerika, og teir trívast væl.
Á heysti í 2008 var ein kúhegri at síggja á Viðareiði.[2] Tummas Tomassen avmyndaði hendan fyrsta kúhegran á Viðareiði 28. september 2008. Seinni sóu fleiri hann.[3]
Tann næsti kúhegrin varð sæddur og avmyndaður av Honnu Joensen í Sandoynni 27.apríl 2018. Hetta er onnur skráseting av kúhegra í Føroyum.[3]
Sí eisini
Ávísingar úteftir
- Skuldi til Afrika endaði í Føroyum, in.fo, 02.10.2008
- Kúhegri í Ölfusi, ruv.is, 16. september 2015
- Fuglar í Føroyum - Kúhegri, faroenature.net (2012 - archive.org)