Jólatræ
Eitt jólatræ er eitt granntræ, sum um jóltíð verður sett inn í stovuna í ein jólatræsfót, ið er gjørdur til endamálið, og síðan verður træið pyntað við jólastjørnum, jólahjørtum og øðrum jólatræspyntil.
Søga
Í 1500 og 1600 talinum byrjaðu týskir handverkarar at hava eina jólaveitslu, har teir settu eitt granntræ upp og prýddu tað. Børnini fingu tær gávurnar, sum hingu á trænum. Í 1605 skrivar ein ókendur, at í Suðurtýsklandi var vanligt at seta eitt granntræ upp inni i stovuni, prýða tað við pappírsrósum, súreplum og øðrum. Hesin siðurin breiddi seg um alt landið, og í Danmark verður hildið at fyrsta jólatræið var pyntað í 1808. Siðurin er komin til Føroya úr Danmark.
🔥 Top keywords: ForsíðaPussy RiotSeinni heimsbardagiWikipedia:UmMynd:Flag of the Faroe Islands.svgFøroyarWikipediaHjálp:InnihaldWikipedia:General disclaimerWikipedia:Aktuellar hendingarWikipedia:Privacy policyWikipedia:Generelt fyrivarni1200Wikipedia:Vælkomin nýbyrjari800Cristiano RonaldoWikipedia:ForsíðaFlaggdagar í FøroyumWikipedia:UndirhúsiðPlantulívið í FøroyumFaðir várKlaksvíkingur 10-mannafarSerstakt:LeitaRusslandFøroyskt málJóansøkaPostnummur í FøroyumFuglar í FøroyumNew York CityKommunur í FøroyumSerstakt:MyTalkBólkur:BólkarUSAFC KøbenhavnAlmenn ognSerstakt:Seinastu broytingarAvstraliaÓlavur Trygvason2019