Høgni Hoydal

føroyskur politikari
Høgni Hoydal
Føddur28. mars 1966
Keypmannahavn, Danmark
YrkiSjómaður, læraravikarur, tíðindamaður
ÚtbúgvingCand.comm.
FlokkurTjóðveldi
Álitisstørv
1998–Løgtingsmaður
1998–2003Landsstýrismaður, varaløgmaður
2000–Floksformaður
2001–2011Fólkatingsmaður
2008Landsstýrismaður

Høgni Karsten Hoydal (føddur 28. mars 1966 í Keypmannahavn) er føroyskur politikari. Foreldrini eru Gunvør og Kjartan Hoydal. Kona hansara er Hildur Hermansen, og tey eiga trý børn. Hann er útbúgvin í søgu og samskifti á lærda háskúlanum í Roskilde. Áðrenn hann gjørdist politikari starvaðist hann sum sjómaður, sum læraravikarur, og sum tíðindamaður í Sjónvarpi Føroya. Høgni Hoydal hevur givið út tvær bøkur um politisk viðurskifti. Onnur nevnist "Myten om Rigsfællesskabet", sum kom út á vári í 2000, og hin nevnist "Frælsi er ábyrgd", sum kom út stutt fyri jól sama ár.

Politisk lívsleið

Í 1998 varð hann valdur á ting fyri Tjóðveldisflokkin og gjørdist varaløgmaður og landsstýrismaður við ábyrgd av fullveldisætlanini, norðurlendskum samstarvi og lógarmálum. Seinni varð hann valdur til formann í Tjóðveldisflokkinum. 5. desember 2003 skrædnaði tásitandi samgonga og nýval varð útskrivað. Høgni varð afturvaldur á ting og gjørdist tá formaður í størsta flokki í andstøðu.

Útgivið

  • 1995 - Håb i krise (Vón í kreppu) saman við Michael Haldrup.
  • 2000 - Myten om rigsfællesskabet (Mýtan um ríkisfelagsskapin).
  • 2000 - Frælsi er ábyrgd.

Keldur

Slóðir

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið