Enniberg
Enniberg er hægsta forberg í Føroyum og í Evropa, tá hugt verður at um bergi er lodrætt ella nærum lodrætt, og um tað liggur út til opið hav, Enniberg er 754 metrar høgt.
![](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/d/d2/Vidoy_august_2004.jpg/200px-Vidoy_august_2004.jpg)
Enniberg er norðasta punkt á Viðoynni og í Føroyum. Nærmast bygdin er Viðareiði. Villingadalsjall er beint sunnanfyri Enniberg, tað er 844 metrar høgt og harvið hægsta fjall í Norðoyggjum og triðhægsta fjalli í Føroyum.
Túrar verða gjørdir til Enniberg um summarið, gongutúrar sum byrja á Viðareiði. Siglitúrar verða eisini gjørdir til tíðir undir Enniberg.
Enniberg sæst úr øðrum oyggjum, eitt nú úr Kallinum, sum er norðast á Kalsoynni og av Fugloynni.
🔥 Top keywords: ForsíðaPussy RiotSeinni heimsbardagiWikipediaMynd:Flag of the Faroe Islands.svgFjøll í FøroyumHjálp:InnihaldWikipedia:UmTübingen universitetWikipedia:ForsíðaSerstakt:Seinastu broytingarAvstraliaFøroyarSerstakt:LeitaWikipedia:Aktuellar hendingarWikiWikipedia:Generelt fyrivarniJógvan IsaksenPersónsmenskuórógvWikipedia:General disclaimerDustin HoffmanGeorg Wilhelm Friedrich HegelCharlotte RamplingClint EastwoodWikipedia:Vælkomin nýbyrjariJakob FuglsangKamerunPostnummur í FøroyumNevfattiWikipedia:UndirhúsiðBrandenburg484MýrisnípaLøgmenn í FøroyumScarlett JohanssonKlaksvíkingur 10-mannafarBólkur:BólkarDada PeyFaðir vár