Alvi Hjelm

føroyskur svimjari

Alvi Hjelm (føddur 1996) er ein føroyskur svimjari úr Klaksvík, sum svimur fyri Ægir og Føroyar. Hann er sonur Dan Hjelm úr Vági, ið svam á føroyska svimjilandsliðnum og bróðir Ásbjørg Hjelm, ið eisini svimur á føroyska landsliðnum.

Alvi Hjelm
Persónlig kunning
TjóðskapurFøroyar
Fødd(ur)1996
Ítróttur
ÍtrótturSvimjing
SvimjihátturFrí
FelagÆgir

Lívsleið innan svimjing

Oyggjaleikir 2017

  • Gull í 400 m blandað við tíðini 4:28.08
  • Silvur í 200 metrar rygg við tíðini 2:06.16[1]
  • Silvur í 200 metrar blandað við tíðini 2:04,53
  • Bronsu í 4x50 m blandað. Hinir á liðnum vóru: Marius Ihlen Gardshodn, Róland Toftum, Óli Mortensen. Teir svumu við samlaðu tíðini 1:44,97.

Danish Open 2016

  • Gull í 400 m blandað við tíðini 4:30.17, ið var nýtt føroyskt met.[2]

Reykjavík International Games 2016

Kappingarnar á Reykjavík International Games eru á langgeil.

  • Silvur í 400 m blandað við tíðini 4:41.01
  • Bronsu í 200 m frí við tíðini 1:59.28
  • Bronsu í 400 m frí við tíðini 4:13.85[3]
  • Bronsu í 200 m blandað við tíðini 2:11.67

NM og NJM 2015 í Bergen

Alvi luttók á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2015, í Bergen í Noregi frá 11. til 13. desember 2015. Kappingarnar vóru á stuttgeil.

  • Bronsu í 400 blandað við tíðini 4:21.26, ið var persónligt met.

EM á stuttgeil 2015

Alvi luttók á EM á stuttgeil í Netanya í Ísrael. Alvi svam í kappingunum 200 m frí, 400 m frí, 200 m blanda og 400 m blandað.

  • Nr. 32 í 400 m frí við tíðini 3:55.72

Oyggjaleikir 2015

FM 2015

  • Gull í 200m rygg við tíðini 2:08.75[4]
  • Silvur í 400m blandað við tíðini 4:28.07
  • Silvur í 200m blandað við tíðini 2:04.88
  • Silvur í 100m blandað við tíðini 58.84
  • Bronsu í 100m frí við tíðini 52.52
  • Bronsu í 400m frí við tíðini 4:02.53

NM og NJM 2014

Alvi luttók saman við fleiri øðrum føroyskum svimjarum á Norðurlandameistarakappingini fyri ung og vaksin, ið varð hildin í desember 2014 í Upplands Väsby. Hann vann fleiri heiðursmerki og setti nýggj føroysk juniormet á stevnuni.

  • Silvur í 1500 metrum frí við tíðini 15:40.69
  • Bronsu í 400 metrum frí við tíðini 3:55.66, ið var hansara besta tíð higartil.
  • Bronsu í 400 metrar blandaðari svimjing við tíðini 4:26.12, ið var nýtt føroyskt juniormet á stuttgeil.

Danish Open 2014

  • Setti nýtt føroyskt juniormet í 400 metrum frí við tíðini 4:05.26, í somu kapping, nakrar riðlar seinni, tók Óli Mortensen metið við 4:02.25[5]

DM á stuttgeil 2013

Alvi luttók á DM á stuttgeil í november 2013 í Gladsaxe, hann svam fyri Esbjerg Svømmeklub. 15. november vann hann danska juniormeistaraheitið í 800 m frí. Bara Pál Joensen svam skjótari og vann tí gull í kappingini millum tey vaksnu, Alvi fekk silvur í seniorkappingini, gull í juniorkappingini (sum var sama kapping, hugt verður bara eftir, nær ið svimjararnir eru føddir). Besta tíðin hjá Alva áðrenn hetta var hansara 8:20.33 frá donsku liðkappingini í apríl 2013.[6] Dagin eftir, hin 16. november, vann Alvi juniormeistaraheitið í 1500 m frí og gjørdist nummar fýra í seniorkappingini.

  • Gull í 800 m frí (junior) 8:08.37[7]
  • Gull í 1500 m frí (junior) við tíðini 15:37.82[8]
  • Silvur í 800 m frí (senior) við tíðini 8:08.37[9]
  • Nr. 4 1500 m frí (senior) við tíðini 15:37.82[10]

Kvalifiseraður til EM 2013 í 400 m frí fyri seniorar

Alvi kláraði kravtíðina til kappingina í 400 m frí til EM í Herning í desember 2013, kravtíðin var 4.02.18. Alvi svam við tíðini 3.59.04.[11]

Vestdanska meistarastevnan á stuttgeil 2013

  • Gull í 1500 m frí við tíðini 15:53.14 min.[12]
  • Bronsu í 400 m frí við tíðini 4:01.37[13]
  • Nr. 17 í 100 metra ryggsvimjing við tíðini 1:07.46[14]

EJM 2013 í Poznan

FM 2013

  • Silvur í 200 m frí við tíðini 1:54.35[16]
  • Bronsu í 800 m frí við tíðini 8:21.89[17]
  • Bronsu í 400 m frí við tíðini 4:00.58[18]
  • Bronsu í 1500 m frí við tíðini 16:10.71[19]
  • Bronsu í 4x50 m frí við tíðini 1:37.21

DMH 2013

Alvi luttók á Danske Mesterskaber for hold í apríl 2013. Hann svam fyri Esbjerg.

  • Nr. 2 í 1500 m frí við tíðini 15:39.14[20]
  • Nr. 5 í 400 m frí við tíðini 4:00.06[21]

Danish Open 2013

Alvi luttók í svimjistevnuni Danish Open síðst í mars 2013. Svomið varð á langgeil.

  • Bronsu í 1500 m frí við tíðini 16:11.88[22]
  • Nr. 7 í 400 m frí við tíðini 4:09.15[23]

NJM 2012 í Vaasa

  • Nr. 5 í 1500 m frí við tíðini 15:35.56, hann fekk gullnál fyri hesa tíðina

Nordic Age Group Championships 2012

Alvi luttók á NMU í Keypmannahavn í juli 2012.

  • Bronsu í 1500 m frí við tíðini 16:22.48[24]

SmáUnglingaMeistarakapping 2007

Alvi Hjelm setti fimm bólkamet á Smáunglingameistarastevnuni í Klaksvík í apríl 2007.[25] Tíðirnar vóru hesar:

  • 50 frí 00.31.92
  • 100 frí 01.09.68
  • 50 rygg 00.38.18
  • 100 bringa 01.37.53
  • 100 blandað 01.25.37

Keldur